Oyðubløð

Her finnur tú tey oyðubløð, sum eiga at verða nýtt í sambandi við verkætlanarstuðul frá NORA – frá umsókn og til verkætlan er fullførd. Les meira um, hvussu tey einstøku bløðini skulu verða útfylt í Leiðvísi til verkætlanarstuðul.  

  • Ansøgningsskema (Umsóknarblað)
    Kravda umsóknarblaðið, sum skal leggjast saman við umsókn um verkætlanarstuðul frá NORA. Saman við umsóknarblaðnum verður ein nágreinilig verkætlanarlýsing send inn við virksemisætlan og fíggjarætlan.
  • Forvaltningskontrakten (Fyrisitingarsáttmáli)
    Tá ið ein verkætlan fær stuðul játtaðan, fær verkætlanarleiðarin eina játtanarlýsing senda frá NORA. Men áður enn farið kann verða undir verkætlanina – og tann fyrsti peningurin kann verða útgoldin – skal fyrst bindandi sáttmáli verða gjørdur ímillum verkætlanarleiðaran og NORA. Tað verður gjørt í fyrisitingarsáttmálanum, sum verður útfyltur og prentaður út í tveimum eintøkum, sum verða undirritað og send høvuðsskrivstovuni hjá NORA sum bræv ella sum teldutøkt makaskjal (skannað).
  • Statusrapport (Støðufrágreiðing)
    Hetta oyðublaðið verður útfylt fyrstu ferð í sambandi við, at umistingarsáttmálin verður gjørdur. Oyðublaðið skal verða útfylt teldutøkt og sent høvuðsskrivstovuni hjá NORA á nora@nora.fo. Statusfrágreiðingin skal javnan verða dagførd fyri at halda NORA kunnað um framdráttin í verkætlanini. Ein dagførd statusfrágreiðing – kanska eisini við nágreinandi fylgiskjølum – skal altíð verða send inn saman við rekvisitiónini, tá ið verkætlanarluttakararnir vilja hava pening goldnan av verkætlanarjáttanini.
  • Rekvisition (Rekvisitión)
    Hetta oyðublaðið verður sent inn, tá ið verkætlanarluttakararnir vilja hava pening goldnan út av verkætlanarjáttanini. Saman við rekvisitiónini skal ein dagførd statusfrágreiðing altíð leggjast við.

Oyðubløðini hjá NORA eru á donskum og skulu vanlgia verða skrivað á skandinaviskum. Um serlig viðurskifti gera seg galdandi, t.d.. at samstarvsfelagar eru við úr grannaøkjunum fyri vestan, kann umsóknarblaðið tó verða skrivað á enskum. Umsóknarblað á enskum ber til at fáa á ensku heimasíðuútgávuni.

« Aftur »
Print