Vit fingu ikki játtan

NORA fær nógv fleiri umsóknir, enn til ber at stuðla. Av tí sama eru tíverri fleiri umsóknir, sum ikki vinna frama.

Summar umsóknir vinna ikki frama, tí at tær liggja uttan fyri vanliga virksemið hjá NORA. Tá ið ein umsókn fær noktandi svar við hesari ella einari tilsvarandi grundgeving, fer tað ikki at loysa seg at søkja aftur til somu verkætlan. Her kunnu umsøkjararnir hugsa um at kanna eftir, um verkætlanin hevur týdning í mun til aðrar fíggingarkeldur í økinum. NORA hevur savnað eitt yvirlit við leinkjum til aðrar fíggingarkeldur í økinum. Leinkjasavnið er at finna her.

Aðrar umsóknir verða avvístar, tí at tær lúka ikki formalia. Tað kann t.d. vera, tí at felagar ikki eru við úr í minsta lagi tveimum av NORA-londunum. Um so er – og verkætlanin annars er relevant – kann NORA hjálpa við at finna áhugaðar samstarvsfelagar í hinum londunum.

Er umsóknin vorðin aftursend við áheitan um at søkja av nýggjum, er tað týdningarmikið, at nýggja umsóknin leggur upp fyri teimum táttum, sum áherðsla er løgd á í svarinum. Her er tað vanliga eitt gott hugskot at seta seg í samband við høvuðsskrivstovuna hjá NORA í Føroyum ella eina av økisskrivstovunum í Noregi, Íslandi ella Grønlandi, so at røtt vegleiðing kann verða fingin. Upplýsingar um samband við skrivstovuna og einstaklingar á skrivstovuni eru at finna her.

« Aftur »
Print