NORA recommends…
Follow NORA via Facebook to get the latest news and info from the regionVit skriva eina umsókn
Tá ið søkt verður um verkætlanarstuðul, skal kravda umsóknarblaðið, sum er at finna her, verða nýtt. Sum fylgiskjal aftur at umsóknarblaðnum skalt tú samstundis senda eitt sjálvstøðugt skjal inn við nágreiniligari verkætlanarlýsing. Øll umsóknarbløð skulu vera skrivað á einum skandinaviskum máli.
Umsóknarblað
Her kemur ein stutt vegleiðing til at skriva í teir einstøku teigarnar í umsóknarblaðnum:
- Endamálið við verkætlanini. Stutt lýsing av yvirskipaða málinum við verkætlanini, greiðsluevnum og ætlaðum virksemi. Hetta brotið er við til at skapa eitt yvirlit yvir høvuðshugsanina við verkætlanini. Í hesum broti skulu ikki verða gjørdar ávísingar til valdu verkætlanarlýsingina, tí tað skal kunna verða lisið sjálvstøðugt.
- Væntað úrslit og árin. Stutt lýsing av ítøkiliga úrslitinum av verkætlanini, t.d. sum ein framleiddur lutur, ein frágreiðing, ein kanning, ein ráðstevna ella tílíkt. Brotið eigur eisini at greiða frá í stuttum, hvussu úrslitini fara at fáa gagnlig árin í mun til yvirskipaða greiðsluevnið í verkætlanini, t.d. í mun til nýggjar vinnumøguleikar.
- Fíggjarviðurskifti: Kontant samfígging. Stuðulin frá NORA kann í mesta lagi vera helvtin av allari fíggjarætlanini fyri verkætlanina. Tað er tí umráðandi, at umsøkjararnir í umsóknarblaðnum greiða frá fíggingargrundarlagnum annars fyri verkætlanina. Undir ’Kontant fígging’ koma aðrar kontantar inntøkukeldur av verkætlanini. Greitt skal verða frá, um einstøku inntøkuupphæddirnar eru váttaðar ella óváttaðar. Røkkur verkætlanin til at fáa stuðul, fara verkætlanarfelagarnir aftaná at verða spurdir um status fyri óváttaðar inntøkukeldur.
- Fíggjarviðurskifti: Fígging sum egið arbeiði. Egið arbeiði kann koma við sum ein partur av eginfíggingini av einari verkætlan. Tann tímaløn, sum verður brúkt í umrokningini av egnum arbeiði til kontanta samfígging, má ikki fara upp um lønarstigið hjá hinum, sum eru við í verkætlanini.
- Fíggjarviðurskifti: Søkt upphædd. Her verður tann upphædd skrivað, sum NORA verður søkt um. Bæði til 1-árs verkætlanir og fleiri ára verkætlanir verður teigur A nýttur til at seta ta upphædd, sum søkt verður um, í viðkomandi umfari. Til fleiri ára verkætlanir verður eisini teigur B nýttur til at skriva ta upphædd, sum ætlanin er at søkja NORA um fyri verkætlanartíðarskeiðið samanlagt.
- Fíggjarviðurskifti: Fíggjarætlan í heild. Í hesari talvu verður samanborið 1. Upphæddin frá talvuni Kontant fígging, 2. Upphæddin frá talvuni Fígging sum egið arbeiði og 3. Søkt upphædd (sjá frágreiðing á umsóknarblaðnum).
- Tíðarætlan: Her skal verða skrivað, nær verkætlanarvirksemið væntandi byrjar og endar. Minst til, at NORA kann ikki stuðla virksemi, sum er í gongd. Tað merkir, at verkætlanir, sum søkja til freistina primo mars, kunnu ikki vænta at koma í gongd fyrr enn 1. juli – og verkætlanir, sum søkja til freistina primo oktobur, kunnu ikki vænta at koma í gongd fyrr enn 1. januar.
Verkætlanarlýsing
Saman við umsóknarblaðnum skal ein verkætlanarlýsing verða send inn. Her kemur ein stutt vegleiðing til, hvørji viðurskifti eiga at verða tikin við í verkætlanarlýsingina:
- Endamálið við verkætlanini. Dýp lýsingina í umsóknarblaðnum. Í endamálslýsingini eigur eisini at vera sjónligt, hví verkætlanin er relevant í mun til yvirskipaðu stevnumiðini hjá NORA um at styrkja samstarvið í Norðuratlantsøkinum og skapa eitt kraftamikið Norðuratlantsøki við sterkari og burðardyggari búskaparligari menning.
Hugsa um:
- Hvat er tað nýggja í verkætlanini?
- Hvør fer at kunna fáa gagn av verkætlanini?
- Hvat er fyrimunurin við at fremja hana sum eina tvørtjóða verkætlan í NORA-økinum?
- Væntað úrslit av verkætlanini. Dýp lýsingina í umsóknarblaðnum. Dentur eigur her at verða lagdur á tey ítøkiligu úrslit, ið eisini kunnu verða mátað, og sum verkætlanin væntast at skapa.
Hugsa um:
- Hvørji ítøkilig úrslit kunnu væntast at koma burtur úr verkætlanini?
- Hvussu virkar verkætlanin við til menningina í Norðuratlantshavi?
- Hvussu ætla tit sjálv at bera úrslitini av verkætlanini út?
- Hvussu verkætlanin verður framd og skipað. Verkætlanarlýsingin eigur at hava eina rættiliga nágreiniliga gjøgnumgongd av væntaðu verkætlanargongdini. Gongdin eigur í mestan mun at vera býtt í skifti (mílasteinar), sum hvørt sær hevur úrslit, ið kunnu verða máld og mátað.
Hugsa um:
- Hvussu verður verkætlanin stýrd?
- Hvønn týdning fer verkætlanin at hava fyri arbeiðsøkið?
- Hvussu verða úrslitini fingin?
- Verkætlanarfelagarnir og leiklutur teirra í verkætlanini. Tá ið NORA viðger verkætlanir, verður dentur lagdur á, at tvørtjóða samstarvið skapar eitt virði, sum ikki kundi verið rokkið, um verkætlanirnar kundu verið framdar í heimligum yrkisøki. Tí er tað fyrst og fremst umráðandi at greiða frá, at allir felagarnir virknir eru við í – og fáa vinning av – verkætlanini.
Hugsa um:
- Kann verkætlanin fevna um felagar í øllum fýra NORA-londunum?
- Kann verkætlanin við fyrimuni fevna um felagar úr grannaøkjunum fyri vestan, t.d. Kanada, Hetlandi ella Skotlandi?
- Hvat hava ymisku felagarnir at lata til verkætlanina?
- Fíggjarætlanin fyri verkætlanina. Verkætlanarlýsingin eigur at innihalda eina inntøku- og útreiðslufíggjarætlan. Inntøkufíggjarætlanin skal lýsa felaganna egnu íkast til verkætlanina og møguliga fíggjarligan stuðul frá øðrum verkætlanarstuðulsfelagsskapum. Útreiðslufíggjarætlanin skal vera skrivað lutfalsliga gjølla og lýsa tær væntaðu útreiðslurnar í allari verkætlanartíðini. Útreiðslufíggjarætlanin eigur – um tað er gjørligt – lýsa nágreiniliga nýtsluna býtta millum luttakararnar í verkætlanini.
Hugsa um:
- Eru felagarnir samdir um, hvussu útreiðslurnar skulu býtast?
- NORA rindar ikki fyri rakstrarútreiðslur á leiðini. Eru allar útreiðslur bundnar at verkætlanini?
- Eru útreiðslur til grannskoðan tiknar við?
- Tíðarætlan. Verkætlanarlýsingin eigur at fevna um eina nágreiniliga og realistiska tíðarætlan við mílasteinum fyri, nær hvørt einstakt partsvirksemi væntandi er framt.
Hugsa um:
- Er tíðarætlanin realistisk?
- Fevnir tíðarætlanin um allar felagar?
At senda umsókn inn
Umsóknarblaðið skal sendast til NORA talgilt (Word-snið) og í pappírsútgávu (við undirskrift). Gjølligari verkætlanarlýsing og møgulig onnur skjøl skulu sendast talgild (Word-, Excel- ella pdf-snið) ella í pappírsútgávu (talgilt er best dámt). Bæði umsóknarbløðini og fylgiskjøl skulu vera NORA í hondum fyri umsóknarfreistina.
Umsóknarútbjóðingar eru tvær ferðir árliga. Fyrra umfar verður lýst um miðjan januar við freist fyrst í mars, og tað seinna verður lýst miðskeiðis í august við freist fyrst í oktobur. Neyvar umsóknarfreistir verða lýstar á forsíðuni www.nora.fo
