Vit hugsa um at søkja

NORA stuðlar ógvuliga ymiskum verkætlanum. Verkætlanirnar hava tó tað í felag, at tær eru allar viðkomandi samsvarandi yvirskipaðu stevnumiðunum hjá felagsskapinum: At skapa eitt máttmikið norðuratlantsøki við einari sterkari, burðardyggari búskaparligari menning. Tað ber til hjá øllum – fyritøkum, almennum stovnum, einstaklingum o.ø. – at søkja.

Evni

Søkt kann verða um stuðul til ítøkiliga verkætlan, til netverksstovning og til undanverkætlanir til størri verkætlanir. NORA er serliga áhugað fyri umsóknum innan fyri virkisøki, ið eru raðfest í fimm-ára stevnuskránni hjá NORA, sum stendur at lesa her:

Í Stevnuskránni hjá NORA 2012-2016 eru tríggjar av høvuðsavbjóðingunum í NORA-økinum ávístar sum serlig áhugaøki til verkætlanarstuðul frá NORA:

  • At gera sterkar liðir sterkari við at styrkja eina burðardygga menning av siðbundna høvuðsgeiranum í økinum við at veita stuðul til nýskapandi verkætlanir í fiskivinnu og øðrum ríkidømi í sjónum. Tað kunnu t.d. vera verkætlanir við ljósi á hjáframleiðslu og higartil ógagnnýtt tilfeingi.
  • At skapa nýggjar møguleikar við at styrkja møguleikarnar fyri at gera búskapin í økinum fjølbroyttari við at stuðla uppundir at menna nýggjar vinnumøguleikar, framleiðslu, framleiðsluhættir og marknaðarførslustevnur. Tað kunnu t.d. vera verkætlanir í ferðavinnu, landbúnaði ella varandi orku.
  • At vinna á tí fjarlagni, sum er ein serlig avbjóðing fyri NORA-økið, við at stuðla verkætlanum og seta ljósið á samskifti, at menna flutningsmøguleikarnar og á virkisbundnar greiningar. Tað kunnu t.d. vera verkætlanir, sum skulu menna nýskapandi KST-loysnir til serligu viðurskiftini í Norðuratlntshavi ella hjálpa til øktan umsetning í smáu og fjarløgdu samfeløgunum í økinum.

NORA hevur harumframt í hyggju at menna samstarvið við Grannar Norðurlanda fyri vestan. NORA er tí áhugað í ætlanum, sum felagar úr serliga Kanada og skotsku oyggjunum eru við í.

NORA er serliga i høvuðsevnumun ið eru raðfest i árligu virkisætlaniri hjða NORA. Galdandi virkisætlan kann lesast her.

Til íblástur kanst tú klikkja her at hyggja at eini rúgvu av dømum um NORA-verkætlanir, sum eru í gongd.

Luttøkulond

Tað er ein treyt fyri stuðli úr verkætlanarpuljuni hjá NORA, at felagar úr í minsta lagi tveimum av teimum fýra NORA-londunum (Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Strandanoregi) eru við í samstarvsverkætlanunum. NORA hjálpir fegið til við at finna samstarvspartar. Upplýsingar og samband við høvuðsskrivstovuna hjá NORA í Føroyum og økisskrivstovurnar í Grønlandi, Íslandi og Noregi eru her her.

Harumframt vil NORA fegið, at samstarvsfelagar úr grannaøkjunum úr vestaru økjunum í Norðurlondum eru við í verkætlanunum – fyrst og fremst úr Kanada og skotsku oyggjunum. Samstarvsfelagar úr hesum londum kunnu ikki fáa stuðul frá NORA. Høvuðsskrivstovan er hinvegin fús at hjálpa við at fáa í lag samband við kanadiskar og skotskar verkætlanarfelagsskapir við tí í hyggju at fáa møguliga samfígging til samstarvsverkætlanir tvørtur um Norðuratlantsøkið.

Støddin á verkætlanarstuðlinum

Stuðul frá NORA er í mesta lagi:

  • 50 prosent av samanløgdu fíggjarætlanini fyri verkætlanina
  • DKK 500.000 árliga í mesta lagi í trý ár

Tað ber bara til at søkja um stuðul fyri eitt ár í senn. Fleiri ára verkætlanir eru eisini vælkomnar. NORA kann styðja verkætlanir í upp í trý ár, men neyðugt er at søkja fyri eitt ár í senn.

Umsóknarfreistir

NORA hevur tvey árlig umsóknarumfør. Fyrsta umfar verður lýst um miðjan januar við freist fyrst í mars, og seinna umfarið verður lýst miðskeiðis í august við freist fyrst í oktobur. Neyvar umsóknarfreistir verða lýstar á forsíðuni her.

Umsóknarblað kann verða tikið niður undir yvirskriftini oyðubløð vinstrumegin.

« Aftur »
Print