NORA recommends…
Follow NORA via Facebook to get the latest news and info from the regionHvat ger NORA?
Einstøku høvuðsmálini og áhugaøkini hjá NORA, sum serligt ljós verður varpað á, eru allýst í strategisku virkisskránni hjá NORA. Á hvørjum ári orðar nevndin í NORA eina virkisætlan, sum lýsir ítøkiliga virksemið, sum NORA ætlar at fremja, so hvørt sum árið líður.
Strategisk átøk
NORA tekur stig til og er við uppi í langtíðar verkætlanum, sum eru við til at styrkja samstarvið millum tey fýra londini í NORA-økinum, Føroyar, Grønland, Ísland og stranda-Noreg. NORA skipar t.d. fyri ráðstevnum og ger greiningar, har ljós verður varpað á mál og evni í økinum. NORA hevur m.a. verið við uppi í einari OECD-greining av økinum, sum hevur kortlagt avbjóðingar og møguleikar í NORA-økinum.
Verkætlanarstuðul
NORA kann veita stuðul til ítøkiligar samstarvsverkætlanir, ið hava samstarvsfelagar við úr í minsta lagi tveimum NORA-londum. NORA er sum felagsskapur ikki samstarvsfelagi í hesum verkætlanum, men stuðlar verkætlanum fíggjarliga, um tær eru við til at røkka teimum málum, sum eru lýst í stevnuskránni hjá NORA. Til ber at søkja um stuðul tvær ferðir árliga, og áhugað kunnu lesa meiri um verkætlanarstuðul úr NORA undir valmyndini Verkætlanarstuðul.
Kunning um vitan
NORA ber norðuratlantiska almenninginum viðkomandi og henta kunning frá øðrum. Tíðindagreinir, ið NORA sjálvt skrivar, verða lagdar út á heimasíðuna hjá NORA og sendar út í mánaðarligum tíðindabrøvum. Harumframt leggja vit so hvørt ymisk økistíðindi og kunning umtiltøk út á facebook.com/noraregion. Les meira um vitanarkunning frá NORA undir valmyndini Kunning.
