Norðuratlantisk Tankasmiðja

tankesmie-logo2.pngNorðuratlantisk Tankesmiðja (Nordatlantisk Tankesmie) er ein tankaklekistovnur, ið skal koma við hugskotum um mál og evni, sum eru verd at taka upp í almenna orðaskiftið um samstarvið millum londini í NORA-økinum. Tankaklekistovnurin er settur á stovn sum framhald av frágreiðingini frá OECD ”Territorial Review of the NORA region: The Faroe Islands, Greenland, Iceland and Coastal Norway”.

Í Norðuratlantisku Tankasmiðjuni eru átta fólk, ið hava heitið ”fríteinkjarar”. Tey umboða ikki teir felagsskapir, sum tey vanliga verða sett í samband við, men geva sítt íkast soleiðis, sum teirra egna orka er til.

Tankaklekistovnurin liggur undir NORA, men er politiskt uttanveltaður. Tey sjónarmið, metingar og tilmæli, sum tankaklekistovnurin skjýtur upp, umboða ikki almennu sjónarmiðini ella politisku linjuna hjá NORA.

Trýst her at lesa meira um uppskot og limirnar í tankaklekistovninum (Danskt).

« Aftur »
Print